23.02.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Í døgunum 27. februar til 1. mars 2007 verður 16. ársfundurin hjá NAMMCO hildin í Tromsø í Noregi

NAMMCO er Norðuratlantiska nevndin fyri havsúgdýr, og limalondini eru Føroyar, Ísland, Noreg og Grønland. Harumframt luttaka Kanada, Japan, Danmark og Russland sum eygleiðarar.
Vísindanevndin hjá NAMMCO fer á ársfundinum at koma við sínum niðurstøðum og tilmælum um ymsar hvala- og kópastovnar, sum NAMMCO hevur biðið um. Í summar verður ein umfatandi hvalateljing gjørd (sokallaða T-NASS), sum er samskipað av vísindanevndini hjá NAMMCO. Hvalateljingar hava verið við regluligum millumbili síðan 1987, seinast  í 2001. T-NASS 2007 verður tó tann mest umfatandi av slíkum kanningum higartil, tí umframt øll NAMMCO limalondini fara Kanada og Russland eisini at luttaka í teljingunum hesaferð. Úrslitini av teljingunum kunnu m.a. geva grundarlag at endurnýggja stovnsmetingina av grindahvali á okkara leiðum.

NAMMCO hevur stovnað eina nýggja umsitingarnevnd fyri kóp, sum fer at halda sín fyrsta fund næstu viku. Kanada hevur eisini víst áhuga fyri at hava ein virknan leiklut í hesari nevnd, sum er einasta milllumlanda samstarv sum finnst um umsiting av kópastovnum.

 

Innan NAMMCO er eisini eitt virkið tekniskt samstarv millum veiðimenn og djóralæknaserfrøðingar um avlíving av hvalum og kópum. Har hava Føroyar havt gott høvi at kunna onnur um avlíving av grindahvalum í Føroyum og læra av royndum hjá øðrum. Seinasta nýggja frá hesum arbeiði verður eisini viðgjørt á ársfundinum í Tromsø

NAMMCO hevur eina eygleiðaraskipan, sum gevur limalondum høvi at halda eyga við, hvussu væl eftirlitið við hvala- og kópaveiða í hinum londunumm virkar. Í 2007 er ætlanin at ein NAMMCO eygleiðari fer at fylgja við í íslendsku stórhvalaveiðini.

 

Føroyar hava havt formansskapin í NAMMCO síðan 2004, og Kate Sanderson, serfrøðingur

í Fiskimálaráðnum, er forkvinna.

 

Í føroysku sendinevndini til NAMMCO ársfundin verða: Ulla Svarrer Wang, ráðgevi í Fiskimálaráðnum, sendinevndarleiðari, Bjarni Mikkelsen og Geneviève Desportes, Náttúrugripasavnið, Jústines Olsen, djóralækni og Ólavur Sjúrðarberg, Grindamannafelagið.

 

Fiskimálaráðið, 23. februar 2007

 

Eitt NAMMCO tíðindaskriv frá ársfundinum verður væntandi tøkt seinnapartin hósdagin 1. mars.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til:

Kate Sanderson, Fiskimálaráðið, tel. 353030, fartelefon: 283200

NAMMCO: www.nammco.no