03.06.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Hvussu umsita vit fiskatilfeingið?

Í komandi viku stevna parlamentarikarar, serfrøðingar innan fiskivinnufrøði og tey, sum umsita tilfeingið í havinum til Íslands og Føroyar. Málið er at hyggja nærri eftir og at hava orðaskifti um tær skipanir, sum verða brúktar til at umsita fiskatilfeingið í Útnorðri.
 
Tað eru Útnorðurráðið og fiskivinnusamstarvið innan Norðurlendska Ráðharraráðið, sum hava bjóðað luttakarunum á eitt tríggjar dagar langt seminar í Íslandi og í Føroyum.
 
Byrjað verður í Sauðarkróki í Íslandi tann 8. og 9. juni. Síðani koma luttakararnir við flogfari til Føroya um kvøldið tann 9. juni, og hósdagin 10. juni er seminar í Norðurlandahúsinum, har eini 100 luttakarar fara at vera.
 
Endamálið við seminarinum er at fáa nærri kunnleika til, hvussu fiskiveiðiumsitingin virkar, og hvat tað er, sum stýrir hesi umsiting í dag. Avbjóðingar í dag og í framtíðini fyri umsitingina skulu eisini upp at venda.
 
Tey, sum skulu halda fyrilestrar, eru serfrøðingar, sum í gerandisdegnum arbeiða við umsiting av fiskatilfeinginum. Eisini koma aðrir serfrøðingar, politikarar og ráðharrar at luttaka. Endamálið við at fáa innspøl frá politiska umhvørvinum er at fáa inn í orðaskiftið meiningar og hugsanir um, hvat politiska skipanin sær fyri sær kemur at henda innan umsitingina av fiskatilfeinginum.
 
Um seminarini
Hvussu skulu vit umsita fiskatilfeingið í framtíðini?
Fiskiveiða hevur stóran týdning fyri øll londini í Norðurhøvum. Álíkavæl er stórur munur á, hvussu londini og samfeløgini hava valt at umsita rættindini til at gagnnýta tað, ið havið gevur.
 
Hvørjar skipanir finnast í heiminum, sum vit kunnu læra av, og hvørjar royndir hava vit at umsita tað, ið havið gevur á besta burðardygga hátt?
Orðaskifti um hetta er væl kent millum bæði umsitarar, embætisfólk, politikarar og ikki minst millum fiskimenn. Tað sum álíkavæl tykist at vera ein stór avbjóðing er at fáa eina heildarmynd. Orðaskiftini eru sum oftast í hvørjum einstøkum landi, har royndirnar hjá grannalondunum í lítlan mun verða tiknar við.
 
Millum spurningarnar, sum eru á dagsskránni, eru hesir:
·        Hvat er eins og hvat er annarleiðis millum fiskivinnuumsitingarnar í Útnorðri?
·        Politisku karmarnir fyri umsitingini
·        Hvussu kann ein loyvisskipan (RBM – Right Based Management) vera við til at tryggja, at samfelagið fær sum mest búskaparligt burturúr tí, sum fiskivinnan gevur?
·        Hvussu kann ein loyvisskipan (RBM) vera við til at avmarka ella minka um ta vaksandi skuldina í fiskivinnuni?
·        Hvussu skulu fremmandir (útlendskir) íleggjarar handfarast í eini loyvisskipan?
·        Hvørjar avmarkingar fyri fremmandum/útlendskum íleggjarum eru í skipanunum í Útnorðri?
·        Hvørji mál – visjónir – hava politikarar fyri fiskivinnuumsitingini í framtíðini?
 
 
Millum fyrilestrarhaldararnar í Norðurlandahúsinum eru Gunnar Haraldsson, fíggjarserfrøðingur á fiskivinnudeildini hjá OECD; Thórólfur Geir Matthíasson, professari í búskapi við lærda háskúlan í Reykjavík; Jahn Petter Johnsen, fyrstiamanuensis í fiskivinnuumsiting og fiskivinnuskipan á lærda háskúlanum í Tromsø, Noregog Óli Samró, fiskivinnuráðgevi, Farec International.
 
Fiskimálaráðharrar í Útnorðri – úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum – fara eisini at umrøða avbjóðingar fyri fiskiveiðiumsiting í Útnorðri í framtíðini.
 
Seminarið er á norðurlendskum máli.
 
Skráin fyri dagin kann lesast her.
 
 
Nærri upplýsingar:
Fiskimálaráðið
og formansskapur fyri norðurlendska fiskivinnusamstarvið í 2010:
Ulla S. Wang, ráðgevi
Tlf.: 353030
 
Tilmelding til: Edith Lamhauge: edith.lamhauge@fisk.fo
 
 
Útnorðurráðið
Thórður Thórarinsson, skrivari í Útnorðurráðnum
E-post: vestnordisk@althingi.is