Nú nýtt fiskiár byrjar 1. september, skulu fiskiloyvini til hummara eisini endurnýggjast.
Hummaraloyvini, sum nú verða útskrivað, galda til 31. august 2012. Ongar broytingar eru gjørdar í reglunum fyri hummarafiskiskapinum.
Tey, sum hava havt hummaraloyvi, og ætla sær at royna eftir hummara fiskiárið 2011/2012, skulu skrivliga søkja Fiskimálaráðið um hummaraloyvi.
Loyvið verður útskrivað, tá avgreiðslugjaldið á kr. 500,00 er goldið. Gjaldið skal flytast á konto nr. 6460-173.368.2 í BankNordik. Tá goldið verður, skal upplýsast navn og sýslunummar á bátinum, møguligir kallibókstavir og eigari av bátinum.