10.12.2015 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hildið røðu í Vágum í dag
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, segði, at hesar nýggju AgustaWestland 139 tyrlur skulu m.a. røkja tilbúgvingina fyri MRCC-Tórshavn, sum hevur alstóran týdning fyri føroyska fólkið bæði á sjógvi og á landi.
Hetta er enn eitt markamót og eitt skarvslop í føroyskari flogsøgu, samferðslusøgu, í tilbúgving, trygd, leiting og bjarging – og í føroyskari tjóðarbygging.
Frá tí, at vit í áttatiárunum fyrst lærdu tað heldur undarliga orðið “Tyrlan Snípan” og at brúka, síggja og hoyra føroyska tyrlu – og til hesar nýggju og framkomnu tyrlur, er talan um eina ótrúliga menning.
Øll røðan kann lesast her.