Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, luttikið á flaggdagshaldi í London
Týsdagin 25. apríl vitjaði Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, í London, har hann var heiðursgestur til árliga flaggdagshaldið hjá Sendistovu Føroya, sum í ár varð hildið í The Travellers Club.
Umframt, at flaggdagshaldið var væl vitjað av føroyskum útisetum, luttóku eisini bretskir politikarar, diplomatar og umboð fyri altjóða felagsskapir, umframt umboð úr handilsumhvørvinum og mentanarlívinum í London. Nítiníggju ára gamli Harry Wilson, sum gjørdi hertænastu í Føroyum undir 2. heimsbardaga, var eisini millum gestirnar á flaggdagshaldinum.
Í flaggdagsrøðu síni hugleiddi fiskimálaráðharrin um týdningin, ið viðurkenningin av flagginum hevði í 1940 eins og í dag – sum ein grundleggjandi drívmegi av føroysku tjóðini, og umboðan hennara í altjóða viðurskiftum.
Í røðu síni greiddi fiskimálaráðharrin eisini frá fundinum við bretska starvsbróður sín George Eustice, og um felags ynski um tættari framtíðar samstarv millum Føroyar og Bretland innan fiskivinnu og handil.
Røðan er tøk her.