18.09.2014 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Her er vísindaliga frágreiðingin undir nýggjum býti av norðhavssild
Eftir uppskoti úr Føroyum samtyktu strandarlondini seinasta heyst í London at seta á stovn ein vísindaligan verkabólk at greina útbreiðsluna av norðhavssild í norðurhøvum. Hendan frágreiðingin, ið var liðug og handað 1. septembur 2014, verður støðið undir samráðingunum millum strandarlondini um eitt nýtt býti av norðhavssild.
Føroyar høvdu formansskapin í vísindaliga verkabólkinum.
Frágreiðingin kann heintast her.