12.06.2014 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Handilstiltøk hjá ES verða sett úr gildi og gerðarrættarmálini verða steðgað

Eftir ráðførslu við Løgtingsins uttanlandsnevnd í gjár hevur landsstýrið í dag tikið undir við, at semja verður gjørd við ES um at seta handilstiltøkini mótvegis Føroyum úr gildi, og at steðga báðum gerðarrættarmálunum, ið Føroyar hava lagt ímóti ES.


Løgmaður sigur í hesum sambandi: “Handilstiltøkini hjá ES eru í stríð við altjóða lóg. Av hesi orsøk hava Føroyar lagt tvey gerðarrættarmál móti ES. Tað er eingin ivi um, at hesi rættarmál hava viðvirkað til, at ein semja nú er gjørd millum partarnar um at fáa tiltøkini sett úr gildi, men gleðist eg um, at Føroyar og ES eru tilreiðar at leggja hetta stríðið aftur um seg. Føroyar og ES eru felags samstarvspartar á nógvum týdningarmiklum økjum, og vóni eg, at partarnir báðir framyvir fara at nýta høvi til at styrkja um samstarvið á mongum økjum, ikki minst á handilsøkinum.”


Føroyar hava í dag fráboðað øllum strandarlondunum í samráðingunum um norðhavssildina, at føroyska veiðiloftið í 2014 verður 40.000 tons.


Talan er í hesum føri um eitt veiðiloft, ið er munandi minni enn í 2014, men framvegis góð 85 prosent hægri enn býtisluturin hjá Føroyum í seinastu strandarlanda semju. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur í hesum sambandi: “Føroyar hava í ár formansskapin í strandarlanda samráðingunum um felags umsiting av norðhavssild, og fara Føroyar at gera sítt ítasta til, at semja verður gjørd um eina felags umsitingarætlan um henda fiskastovnin, ið er sera virðismikil fyri Føroyar.”


Seinni í summar verður frágreiðing liðug hjá vísindabólkinum, ið kannar útbreiðsluna av norðhavssild. Jacob Vestergaard sigur víðari: “Frágreiðingin verður uttan iva eitt gott útgangsstøði í samráðingunum um at finna semju um eina umsitingarætlan, ið tryggjar øllum londum ein rættvísan part av norðhavssildini, og á tann hátt tryggja eina burðardygga umsiting av hesum týdningarmikla stovni.”