12.06.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Hagalógin

Ein broyting er gjørd í Lov for Færøerne om haugers styrelse og drift m.m., sum kom í gildi tann 11. juni 2009. (Ll. nr. 77 frá 25. mai 2009)

Endamálið við hesi broyting er at fáa greiðari reglur um endurgjald fyri vetrarbit.

Viðurskiftini um, hvar peningurin fyri avloysing fyri bit skuldi gjaldast, vóru mett at vera nakað ógreið. Henda lóg hevur til endamáls at fáa óvissur av vegnum um, hvør skal hava gjaldið fyri avloysing fyri bit, t.v.s. um tað skal rindast beinleiðis til hagan ella umvegis Búnaðargrunnin.

Við hesi broyting, verður frameftir gjørdur munur á, um tað er ognarjørð ella landsjørð. Endurgjald til ognarjørð verður rindað beinleiðis til eigaran ella hagastýrið. Um tað er landsjørð, verður endurgjaldið eins og higartil rindað Búnaðargrunninum. Tó verður lættari hjá festara at fáa endurgjaldið frá Búnaðargrunninum til at gera ábøtur, ið kunnu betra um raksturin av festinum, og tað er ikki longur krav um, at peningurin skal nýtast til hagan, ið hevur mist vetrarbit, men kann nýtast alla staðni á festinum. http://kunngerdasavn.logir.fo/filusavn/Hefti%2015A-2009.pdf