Føroyski fiskiskapurin eftir gulllaksi kann lýsast sum burðardyggur. Hetta vísir ein 3 ára verkætlan á Havstovuni, sum byrjaði í 2005.
Fiskiskapurin eftir gulllaksi er ein góð søga. Tað, sum tikið verður úr stovninum hvørt ár, er minni ella á leið tað sama sum tað, ið verður lagt afturat hvørt ár. Gulllaksastovnurin virkar sum ein peningaupphædd í bankanum. Upphæddin minkar ikki, tí hvørt ár verða einans renturnar tiknar út.
Hetta skrivar Havstovan í seinasta ritinum ”Sjóvarmál 2009”.
Ritið finst á heimasíðuni hjá Havstovuni www.hav.fo