Skipað verður fyri grindaskeiði við undirvísing í brúki av mønustingara.
Skeiðið verður í Løkshøll í Runavík hósdagin 9. juni 2022 kl. 19.
Skeiðið er ókeypis og ikki er neyðugt við tilmelding.
Sambært grindakunngerðini er grindaskeið og loyvisprógv kravt, fyri at hava loyvi til at avlíva hval. Fyri at luttaka í grindarakstri og grindadrápi, sum vanligt, krevst ikki grindaskeið.
Grindakunngerðin
Í kunngerð nr. 9 frá 26. januar 2017 um grind og annan smáhval (Grindakunngerðin) er ásett um grindaskeið og grindadráp:
Grindaskeið og loyvisprógv
§ 6. Grindaskeið fyri grindamenn skal innihalda kunning um grindalóggávu, kunning og upplæring í brúki av grindareiðskapi, drápshátti og staðfesting av deyðseyðkenni hjá hvali.
Stk. 2. Skeiðið skal innihalda eina ástøðiliga frálæru á umleið 2 tímar. Landsstýrismaðurin góðkennir frálærutilfarið.
Stk. 3. Sýslumaðurin skipar fyri, at skeið verða hildin, og sýslumaðurin útflýggjar loyvisprógv eftir luttøku á skeiði.
Grindadráp
§ 20. Bert persónur, sum er 16 ár ella eldri, og sum hevur loyvisprógv fyri at hava luttikið á grindaskeiði, kann avlíva hval.
Stk. 2. Tann, ið avlívar hval, hevur skyldu at hava loyvisprógv, sambært § 6, stk. 3, hjá sær. Sýslumaðurin ella grindaformenn kunnu krevja at síggja loyvisprógvið í samband við grindadráp.