Skipað verður fyri grindaskeiði við undirvísing í brúki av mønustingara. Skeiðini verða á hesum støðum:
Tórshavn | 17. februar 2015 | kl. 19:00 | í Eysturskúlanum |
Klaksvík | 23. februar 2015 | kl. 19:00 | í Ósaskúlanum |
Vágoy | 25. februar 2015 | kl. 19:00 | í Sørvágs skúla |
Runavík | 2. mars 2015 | kl. 19:00 | í Løkshøll |
Suðuroy | 4. og 23. mars 2015 | kl. 19:00 | í Miðnámsskúlanum í Grønudali |
Sundalagnum | 9. mars 2015 | kl. 19:00 | í Felagsskúlanum á Oyrarbakka |
Vestmanna | 16. mars 2015 | kl. 19:00 | í Vestmanna skúla |
Sandoy | 18. mars 2015 | kl. 19:00 | í Sands skúla |
Skeiðið er ókeypis og ikki er neyðugt við tilmelding.
Í kunngerð nr. 100 frá 5. juli 2013 um grind er ásett um grindaskeið:
Grindaskeið
§ 18 Frá 1. mai 2015 er tað bert loyvt at avlíva hval, um tann, sum avlívar hval hevur luttikið á skeiði, har hann fær kunning og upplæring um grindareiðskap, drápsháttin, deyðseyðkenni og lóggávuna um hvalaveiðu.
Stk. 2. Skeiðið skal innihalda eina ástøðiliga frálæru á minst 2 tímar. Landsstýrismaðurin góðkennir frálærutilfarið.
Stk. 3. Sýslumaðurin skipar fyri, at skeið verða hildin, og sýslumaðurin útflýggjar prógv fyri luttøku á skeiðinum.
Veitari av góðkendum mønustingarabløðum er:
MOMOI FISHING NET MFG. CO., LTD
P.O.BOX NO. 537, KOBE PORT
KOBE, 651-0191, JAPAN
www.momoi.co.jp
email: fishingline@momoi.co.jp
Veitarin avgreiðir ikki bíleggingar, sum eru minni enn 200 bløð