Góður kveikingardagur um gransking, menning og nýskapan í fiskivinnuni

Í desember var skipanin við Fiskivinnuroyndum umskipað, soleiðis at tað nú verður størri dentur lagdur á vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan.
Hósdagin skipaði Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fyri kveikingardegi um nýggju skipanina. Kveikingardagurin var ætlaður teimum, sum hava hugskot um vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan í fiskivinnuni.
Áhugin fyri kveikingardegnum var sera stórur, og luttóku nógv fólk frá bæði vinnuni og frá føroyska granskingarumhvørvinum á tiltakinum, sum var í høllini á Fróðskaparsetri Føroya úti á Frælsinum. Umframt framløgur frá bæði fólki í vinnuni og frá granskingarstovnum, so vóru eisini verkstovur um raðfestu økini: virðisøking, alt í land, og burðardyggur fiskiskapur.
Eg eri sera fegin um stóra áhugan fyri kveikingardegnum og vóni, at hetta kann verða byrjanin til eitt størri samstarv millum vinnu og granskingarumhvørvi, tá umræður gransking, menning og nýskapan innan fiskivinnuna. Vónandi førir játtanin til Flaggskipaverkætlanir við sær, at nakrar spennandi verkætlanir fara ígongd, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Tað er umráðandi við einum sterkum samstarvi millum vinnu og granskingarumhvørvið - ikki minst innan okkara høvuðsvinnu. Hetta er ein týðandi liður í at fáa enn meiri burturúr okkara dýrabara tilfeingi í havinum, sigur Dennis Holm.
Umsóknarfreistin til Flaggskipaverkætlanirnar er mánadagin 28. apríl 2025 kl. 12.00. Lesast kann meiri um skipanina á www.fvg.fo har eisini stevna hjá Fiskivinnuroyndum, umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar er undir breddanum Fiskivinnuroyndir 2025 í vinstru síðu.