Áhugin fyri Tjørnuvíkartunlinum er sera stórur, tað var sjón fyri søgn í fullsetta bygdarhúsinum í Tjørnuvík í gjárkvøldið, tá Landsverk og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið skipaðu fyri borgarafundi um Tjørnuvíkartunnilin.
Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðari á infrakervinum hjá Landsverki, bjóðaði vælkomin. Síðani søgdu Dennis Holm, landsstýrismaður, og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, nøkur orð, áðrenn Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur hjá Landsverki, legði fram ætlanina um Tjørnuvíkartunnilin.
Dennis Holm, landsstýrismaður, vísti m.a. á, at gongdin seinastu 40+ árini hevur verið, at tey nógvu góðu størvini eru í og kring miðstaðarøkið, serliga er talan um størv til fólk við útbúgving. Og tá tey flestu ungu í dag nema sær eina førleikagevandi útbúgving eftir fólkaskúla og miðnámsskúla, eisini úti á bygd, enda nógv eftir lokna útbúgving av somu orsøk við at seta búgv í ella kring miðstaðarøkið.
Fyri at forða fyri, at bygdir og økir verða avtoftað, hava skiftandi Løgting raðfest íløgur í vegir, tunlar, havnir, undirsjóvartunlar og hava skipað rakstur av buss- og ferjusambandi, soleiðis at tað skal vera gjørligt hjá teimum flestu lætt og skjótt at ferðast kring landið.
Men enn eru øll øki í landinum ikki rættiliga komin við, segði landsstýrismaðurin, og eitt teirra er her í Tjørnuvík, har vegasambandið ikki stendur mát við tað, sum okur eru von við í Føroyum í 2024. Samgongan hevur av somu orsøk raðfest Tjørnuvíkartunnilin, soleiðis at farleiðin til og úr Tjørnuvík kann gerast betri, og sambandið við restina av Føroyum kann koma upp á sama støðið, sum í øðrum pørtum av landinum.
Landsverk hevur síðani í fjørsummar arbeitt við at fyrireika, at Tjørnuvíkartunnilin kann fara ígongd. Og játtan er eisini sett av í ár, soleiðis at tað, um alt gongur væl, seinni í ár kann farast undir fyrireikingarnar til, at fyrsta skotið kann latast einaferð áðrenn ársskiftið.
Borgarafundurin í Tjørnuvík er ein týðandi liður í fyrireikingararbeiðinum. Tað hevur stóran týdning, at øll fáa høvið at kunna seg um linjuføring og annað, og fáa høvið at siga sína hugsan, segði Dennis Holm, landsstýrismaður, áðrenn framløga var um Tjørnuvíkartunnilin.
Samanumtikið var talan um ein sera góðan fund, har fundarfólkið tók væl ímóti ætlanini um Tjørnuvíkartunnil og linjuføring og arbeiðsætlanina, sum Landsverk hevur skotið upp.
Hildið verður nú áfram við fyrireikingunum til Tjørnuvíkartunnilin.