Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur gjørt av at lýsa kunngerð, sum skipar fiskiskapin eftir fyrsta partinum av føroysku makrelkvotuni fyri 2011. Fyrstu makrelloyvini verða útskrivað ein av komandi døgunum.
Kunngerðin fevnir um tey 35.000 tonsini av føroysku makrelkvotuni fyri 2011, sum politisk semja er um at útluta nótaskipum uttan avgjald. Kvota er eisini sett av at nýta til vísindaligar royndir eftir makreli.
Politiska viðgerðin av býtinum av teimum írestaðu 83.200 tonsunum er liðug. 63.200 tons av hesum verða lutað út móti gjaldi. Av hesum verða 25.000 tons lutað nótaskipum. 38.200 tons verða lutað út til onnur skip enn nótaskip, sum ein felagskvota við hámarki, soleiðis at ávís spjaðing verður millum vinnuluttakarar, eins og at møguleiki verður fyri fjølbroyttum fiskiskapi. 20.000 tons verða boðin út á marknaði.
Arbeiðið at fyrireika skipanir fyri útluting av restini av makrelkvotuni við avgjaldi og sølu er longu komið væl áleiðis og verður væntandi klárt til politiska viðgerð í hesi vikuni.
“Miðað verður ímóti skjótari viðgerð, soleiðis at eisini aðrir skipabólkar sleppa til makrelfiskiskap sum skjótast”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.