Fyrispurningur um havtaskuveiðu, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, at svara skrivliga eftir Tingskipanini § 52a.
Kári á Rógvi, løgtingsmaður
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, á hvørjum leiðum á føroyskum havøki havtasaka heldur til?
2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, á hvørjum leiðum á føroyskum havøki veiða eftir havtasku er loyvd?
Svar til spurning 1.
Havtaska heldur til á øllum leiðum við Føroyar, har botnfiskiskapur fer fram.
Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt yvirlitstrolingar við Magnusi Heinason í tíðarskeiðinum 1996-2008. Yvirlitini staðfesta, vísa, at havtaska heldur til á vanligu botnfiskaleiðunum eystan-, norðan- og vestanfyri Føroyar. Havtaska heldur eisini til í kantunum á bankunum í ein útsynning úr Føroyum. Fiskirannsóknarstovan hevur ikki gjørt yvirlitstrolingar á Rygginum (Føroyar/Ísland), men upplýsir tó, at veiðihagtøl staðfesta, at ávís nøgd er í fiskiskapinum, serstakliga í sunnara kanti á Rygginum.
Leyslig meting frá Fiskirannsóknarstovuni vísir, at havtaska heldur til á øllum grunnum vatni og út á eitt dýpi á umleið 500 m. Um sjóvurin ikki er kaldur, kann hon halda til á dýpinum millum 500-700 m eisini, men djúpari enn 700 m er ikki vanligt.
Hjáløgdu yvirlit (skjal 1 og 2) staðfesta útbreiðsluna grundað á tal (skjal 1) og nøgd í kilo (skjal 2). Ein leyslig samanbering av kortunum vísir, at havtaskan er smærri á grynri vatni, samanborið við økini útiá.
Viðvíkjandi útbreiðslu kann vera lagt afturat, at rannsóknarstovur hava merkt havtasku, við tí fyri eyga at fáa kunnleika til ferðingarmynstrið. Kanningar staðfesta, at fiskurin ferðast. Havtaska er merkt við øki við Hetland og seinni fingin við Lofoten í Noreg, eins og onnur er fingin í føroyskum øki. Eisini eru dømi um havtasku, sum er merkt í føroyskum øki og seinni fingin í íslendskum sjógvi.
Heildarveiðan eftir havtasku var í hæddini í tíðarskeiðinum 2005-2006. Seinastu árini hevur minkingin verið sera stór. (sí talvu í svarinum til spurning 2).
Svar til spurning 2.
Allir skipabólkar, sum fiska í føroyskum sjógvi, hava havtasku sum part av veiðini. Í høvuðsheitum kunnu skip fiska havtasku, har tey annars kunnu fiska botnfiskin, ið er lutaðar til teirra fiskiskap.
Undantikið høvuðsregluni er tó beinleiðis fiskiskapurin eftir havtasku við gørnum. Leysliga lýst fer hendan veiðan fram á einum stórum øki úr útsynningi úr Føroyum, einum minni øki norðanfyri og einum eystanfyri. Dýpið er 380 m ella meira. (Sí hjálagda kortskjal)
Verður sæð burtur frá kunngerðini um havtaskuveiðu við gørnum og reglur um minstamát, eru annars ongar serskildar reglur, sum beinleiðis regulera veiðuna eftir havtasku. Tí er veiða eftir havtasku loyvd á øllum leiðum á føroyskum havøki, við teimum avmarkingum, sum lógin um vinnuligan fiskiskap og kunngerðir áseta fyri ávísar skipabólkar og veiðihættir. Avmarkingarnar eru hesar:
· Trolveiða er ikki loyvd innan fyri 12 fj. úr grundlinjunum. Tó er loyvt trolbátum at royna við flatfiskatroli summarmánaðirnar.
· Trolveiða er ikki loyvd á ávísum leiðum ásettar í lógini um vinnuligan fiskiskap og í kunngerð.
· Línuskip hava ikki loyvi at royna innan fyri 6 fj.
· Kunngerð nr. 62 frá 17. september 2004 um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum sigur, at loyvt er at veiða havtasku alt árið á leiðum, har dýpið er meira enn 380 m, uttan fyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum vestan fyri 07°45'0 V, og sunnan fyri og vestan fyri eina linju millum knøttstøðurnar: 61°45' N, 07°45'0 V. Tó eru ávísar leiðir stongdar fyri garnaveiði, m.a. Føroya banki. Kunngerðin ásetir harafturat, at loyvt er einum fiskifari undir 80 tons at reka beinleiðis veiði eftir havtasku við gørnum frá 1. mars til 31. oktober, báðir dagar íroknaðir, á eini leið millum 06°33'38"V og 07°12'30"V frá 12 fjórðingum úr grundlinjunum og út á eina linju drigna millum 62°55'00"N, 07°12'30"V og 02°55'00"N, 06°33'38"V.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Málið avgreitt til Løgtingið 28. november 2008.