NEAFC havt eykafund 13. & 14. juni
Á fundi í farnu viku gjørdu limalondini í NEAFC semju um at regulera fiskiskapin eftir kongafiski í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar (ICES øki I og II) soleiðis, at tað í tíðarskeiðinum frá 1. september til 15. november er loyvt at fiska av eini heildarkvotu upp á 15.500 tons. Heildarkvotan er ikki býtt millum londini, og veiðan skal boðast frá til NEAFC, sum heldur eyga við gongdini í fiskiskapinum og síðani boðar limalondunum frá, tá ið heildarveiðan er uppfiskað, og fiskiskapurin skal steðga aftur (um hetta er áðrenn 15. november). Hjáveiða av kongafiski í øðrum fiskiskapi skal verða avmarkað til 5% og verður roknað frá heildarkvotuni.
Beinleiðis fiskiskapur eftir kongafiski í ICES øki II (Norðurhøvum) tók seg av álvara upp í 2005. Í fjør kom samlaða veiðan í altjóða sjógvi upp á 27.000 tons, og um 40 skip úr fleiri londum luttóku í fiskiskapinum, har av føroysk skip fiskaðu tilsamans sløk 4.000 t.
Til eykafundin í London í farnu viku legði Noreg fram, við stuðli frá Íslandi og ES, eitt uppskot um at steðga øllum beinleiðis fiskiskapi og at avmarka hjáveiðu í øðrum fiskiskapi til bert 1%. ICES mælir eisini til, at eingin beinleiðis veiða verður. Føroyar og Russland arbeiddu hinvegin fyri at loyva einum avmarkaðum fiskiskapi.
Umframt kongafisk var eisini semja á fundinum um at leingja ein fyribils steðg í øllum beinleiðis fiskiskapi eftir búrfiski í altjóða sjógvi í 2007. Føroyar hava skotið upp at gera eina skipan, sum loyvir avmarkaðan fiskiskap eftir búrfiski á teimum leiðum, har búrfiskastovnarnir ikki frammanundan hava verið ov hart troyttir. Sambært vísindaligari ráðgeving frá ICES tolir búrfiskur, sum er eitt sera viðbrekið og seint vaksandi fiskaslag, bert sera avmarkaða roynd. Uppskotið hjá Føroyum verður framvegis grundarlag fyri eini endaligari støðutakan á ársfundinum hjá NEAFC í november, tá ið fyribils steðgurin væntandi verður avtikin og ávísir leiðir latnar uppaftur fyri avmarkaðum fiskiskapi.
Sí eisini:
• Samtykt um regulering av fiskiskapi eftir kongafiski í ICES I & II í 2007 les her
• NEAFC tíðindaskriv frá eykafundinum 13. & 14.juni 2007 les her
Meira um NEAFC á www.neafc.org