Fiskimálaráðharranir úr Íslandi, Grønlandi og Álandi umframt fiskimálaráðharrin frá Seyskelloyggjunum koma allir til Føroyar í samband við altjóða ráðstevnuna ”Vøkstur í bláa tilfeinginum í Norðuratlantshavi og Arktis”, sum verður í Norðurlandahúsinum 2. og 3 juni.
Talan er um ráðstevnu á høgum stigi, sum skipað verður fyri í samstarvi við norðurlendsku Havsmiðjuna, FAO og OECD. Ráðstevnan viðger politisku umstøðurnar at skapa vøkstur í bláa tilfeingisbúskapinum, umframt avbjóðingar í hesum sambandi. Skráin fyri ráðstevnuna kann lesast her
Ráðstevnan viðger somuleiðis, hvørjar møguleikar vinnan hevur at gagn nýta tilfeingið í havinum í framtíðini. Úrslitini av ráðstevnuni verða savnað í eina greining.
Ráðstevnan er partur av skránni hjá norðurlendska fiskivinnusamstarvinum, ið Føroyar hava formansskapin fyri í 2015. Skráin fyri norðurlendska fiskivinnusamstarvið kann lesast her