Í gjár, 25. august 2011, var fundur um makrelmálið millum Føroyar, ES og Noreg.
Talan var um ein fund á aðalstjórastigi ímillum Rógva Reinert, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum, Jørn Krog, aðalstjóra í norska Fiskeri- og kystdepartementet, og Lowri Evans, hægst í fiskivinnuumsitingini í ES (DG Mare). Afturat sær høvdu tey embætisfólk við innliti í makrelmálið.
Fundurin, sum var komin í lag eftir umbøn frá ES, var í Fiskimálaráðnum. Frammanundan fundinum í Føroyum hevði fundur av sama slag verið í Íslandi millum ES, Noreg og Ísland.
Á fundinum nýttu aðalstjórarnir høvi til at greiða frá makrelmálinum, sæð frá egnum sjónarhorni, og at umrøða tær avbjóðingar, sum standa fyri framman.
Endamálið við fundinum var eisini at fyrireika samráðingarnar fyri 2012, sum standa fyri framman. Fyrsti fundur um skipan av makrelfiskiskapinum fyri 2012 verður síðst í september. Talan er um fund millum samráðingarleiðararnar hjá strandarlondunum ES, Føroyum, Íslandi og Noreg.