22.05.2013 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Freistin at søkja um kvotu til vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir makreli og/ella norðhavssild er 10. juni 2013, kl. 12.00

Í kunngerðini um skipan av fiskiskapinum eftir makreli og norðhavssild í 2013 eru upp til 5.000 tons av makreli og 2.000 tons av norðhavssild sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir.
Bert fiskifør undir føroyskum flaggi, sum hava veiðiloyvi, kunnu fáa lut í royndarkvotuni. Fiskifør í bólki 5, sambært grein 28, stk. 1 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, nýtast tó ikki veiðiloyvi.
Tey, sum ætla at fáa lut í kvotuni til vinnuligar fiskiveiðiroyndir, skulu skrivliga søkja Fiskimálaráðið um hetta. Umsóknir skula vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi 10. juni 2013, kl. 12.00.
Umsóknirnar skula lýsa endamálið við royndunum, tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, eins og grundgevast skal fyri tí kvotunøgd, sum søkt verður um. Eisini skula upplýsingar latast um reiðskap, útgerð og leiðir. Eitt serligt umsóknarblað er gjørt, sum skal nýtast tá søkt verður. Tú finnur umsóknarblaðið her.
Umsóknir, sum eru Fiskimálaráðnum í hendi rættstundis, og sum lúka formligu krøvini, verða sendar Havstovuni ella øðrum serkønum til ummælis. Í viðgerðini av umsóknum verður dentur serliga lagdur á menningar- og nýskapanarvirði í royndunum, umframt virðisøking av veiðuni.  
Tey, sum longu hava søkt Fiskimálaráðið um at fáa kvotu til vinnuligar veiðiroyndir, nýtast ikki at senda nýggja umsókn. Umsøkjari eigur tó at tryggja sær, at tær upplýsingar, ið kunngerðin krevur, eru latnar Fiskimálaráðnum, innan umsóknarfreistin er úti.  
Eru spurningar hesum viðvíkjandi, kanst tú venda tær til Fiskimálaráðið á tlf. nr. 353030 ella skriva til fisk@fisk.fo