Franski sendimaðurin fyri pólarnar og maritima økið vitjaði
Í gjár hevði Dennis Holm, landsstýrismaður, vitjan av Olivier Poivre d’Arvor, franska sendimanninum fyri pólarnar og maritima økið.
Olivier Poivre d’Arvor er í hesum døgum við fylgi í Føroyum fyri at kunna seg um føroysk viðurskifti viðvíkjandi maritima økinum og at umrøða mál av felags áhuga, og seinnapartin í gjár vitjaði Olivier Poivre d’Arvor í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevði í samband við vitjanina framløgu um føroysk fiskivinnuviðurskifti og um viðurskifti við atliti at maritima og arktiska økinum. Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, hevði í samband við vitjanina framløgu um havgranskingina á Havstovuni, sum eisini er eitt av evnunum, sum hevði stóran áhuga hjá franska sendimanninum fyri pólarnar og maritima økið.
Á vitjanini nýtti Olivier Poivre d’Arvor høvið at bjóða landsstýrismanninum við til ST-ráðstevnuna um havið, sum verður í Nice í juni mánaði komandi ár.