16.06.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Frágreiðing um tøkar bjargingartyrlur miðskeiðis í mai í ár

Tann 18. mai 2008 var bjargingarroynd á Kollafirði. Partur av hesi venjing var, at ein bjargingartyrla við hoisti – t.e. krana – luttók. Tá venjingin skuldi fara fram, var tó eingin tyrla við krana tøk í Føroyum frá morgunstundini, men tyrlur, sum kundu brúkast til leiting og vanligan sjúkraflutning vóru til taks í føroyskum øki. Um talan hevði verið um eina veruliga vanlukku, sum kravdi tyrlu við krana, so hevði borið til at fingið fatur á eini tyrlu við krana úr Hetlandi ella Skotlandi sambært avtalu millum Føroyar og hesi lond.
 
Stutt eftir venjingina á Kollafirði setti Fiski- og tilfeingismálaráðið seg í samband við Elmar Højgaard, stjóra á Tilbúgvingarstovninum og Robert Olsen, leiðara á MRCC.
 
Stjórin á Tilbúgvingarstovninum legði áherðslu á, at Tilbúgvingarstovnurin hevði einki við nevndu venjing at gera, og at stovnurin ikki á nakran hátt vildi setast í samband við møguligar avtalur, ið vóru gjørdar millum tey, sum stóðu fyri venjingunum, og ymsar veitarar av tyrlutænastum. Stjórin og leiðarin meta tað kortini vera rætt at greiða frá, hvørjar tyrlur Sjóbjargingarstøðin hevði til taks, um tað mundið, tá nevnda venjing fór fram. Skjal 1
 
Sjóbjargingarstøðin er deild á Tilbúgvinarstovninum, sum samskipar leiting og bjarging á sjónum. Hjálagt er eitt yvirlit, sum lýsir kunningina frá veitarunum av tyrlutænastum til Sjóbjargingarstøðina miðskeiðis í mai 2008.
 
Yvirlitið staðfestir, at Sjóbjargingarstøðin støðugt var kunnað um støðuna við tyrlum – eisini tá nevnda venjing fór fram. Støðugt samskifti millum Sjóbjargingarstøðina og veitararnar av tyrlutænastum er fastur partur av mannagongdunum á Sjóbjargingarstøðini.
 
Í stuttum vísir yvirlitið, at føroysk tyrla altíð var tøk í nevnda tíðarskeiði. Tó var eingin tyrla við krana til taks í tíðarskeiðinum 17. mai 2008 kl. 12.39 – 18. mai 2008 kl. 09.38. Sum áður nevnt, hevði Sjóbjargingarstøðin fullfíggjaðan kunnleika um hesa støðu.
 
Grundarlagið undir tyrluvirkseminum hjá Sjóbjargingarstøðini er kjølfest í trimum ítøkiligum avtalum um sjóbjarging. Aðrar yvirskipaðar avtalur eru eisini, so sum Keypmannahavnaravtalan, ið m.a. ásetir, at øll Norðurlond hava atgongd til ein felags lista við tøkari tilbúgvingarútgerð í øllum Norðurlondum, og at hesin listin áhaldandi verður dagførdur.
 
Tær tríggjar avtalurnar um sjóbjarging eru:
 
·        Avtala við Atlantsflog um tyrlutænastu
·        Avtala við Færøernes Kommando um skip og tyrlu
·       Avtala við Maritime Rescue Coordination Centre’s (MRCC). Shetland & Stornoway. (MRCC Aberdeen)
 
Sum áður nevnt, so var tyrla tøk í føroyskum øki til leiting og sjúrkraflutning í nevnda tíðarskeiði, sum fevndi um 21 tímar. Um ein vanlukka hendi hesar tímarnar 17. og 18. mai, og tørvur var á tyrlu við krana, so hevði sambært avtaluni við MRCC Shetland/Stornoway verið møguligt at fingið slíka tyrlu haðani. Tyrlur vóru tøkar bæði í Hetlandi og Norðurskotlandi. Tað vil við øðrum orðum siga, at hóast eingin tyrla við krana var til taks í Føroyum, so hevði borið til at fingið fatur á tyrlum úr Hetlandi og Norðurskotlandi innan stutta tíð.
 
MRCC Tórshavn hevur dagligt samband við MRCC Aberdeen og subsentrini Sumburg Head og Stornoway.
 
Avtalan millum MRCC Tórshavn og MRCC Aberdeen, Shetland, Stornoway er sera góð back-up skipan. Tyrlur við krana eru altíð tøkar í Sumburg Head og Stornoway, og um tær t.d. eru í bjargingarátøkum, ber til at fáa tyrlur úr øðrum grannalondum hendanvegin at hjálpa. Hetta er ásett í millumtjóða samstarvinum millum londini í Norðuratlantshavi, sum aftur er partur av einum altjóða sjóbjargingarsamtarvi.
 
Samanumtikið ber til at siga, at skipanin við bjargingartyrlum í Føroyum er í trimum løgum. Tað eru tyrlurnar í føroyskum øki, tyrlurnar í Hetlandi-Norðurskotlandi og tyrlurnar í hinum grannalondunum. Sjálvandi ber altíð til at kjakast um, hvørt skipanin er nóg góð, men hetta er helst ein tann frægasta skipanin, sum kann fáast burturúr við verandi tilbúgvingarútgerð um okkara leiðir. Skal skipanin gerast betri, so krevjast fleiri pengar, og tað er ein spurningur um politiska raðfesting.