Frágreiðing um flyting av veiðiloyvum frá línuskipum til uppsjóvarskip
Frágreiðing frá Høgna Hoydal, lanndsstýrismanni, um málið um flytingar av veiðiloyvum frá línuskipum til uppsjóvarskip.
"Málið um flytingar av veiðiloyvum frá línuskipum til uppsjóvarskip hevur fingið drúgva viðgerð í fjølmiðlunum, í politiskum viðmerkingum og í fyrispurningum frá løgtingsfólki seinastu vikurnar.
Eg havi sum landsstýrismaður tikið mær neyðugar stundir at fáa frágreiðingar og tilfar frá fyrisitingini – bæði frá Vørn og frá umsitingini og leiðsluni í Fiskimálaráðnum. Hartil havi eg fingið yvirlit yvir og innlit í tey skjøl og samskifti, ið eru partar av málinum.
Við grundarlagi í hesum tilfari, havi eg gjørt hesa frágreiðing og mínar niðurstøður.
Viðvíkjandi míni ábyrgd sum landsstýrismaður verður frágreiðing eisini latin løgmanni, sum hann hevur heitt á meg um at fáa.
Løgtingið fær við sínum lógarásettu amboðum sjálvsagt eisini allar møguleikar at útinna sítt eftirlit og at meta um ábyrgdina hjá mær sum landsstýrismaður í hesum máli."
Frágreiðingin kann lesast her.