Fráboðan um at hækka hámarkskvotuna av felags makrelkvotuni
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur gjørt av at hækka hámarkið, sum hvørt skip kann fiska av felags makrelkvotuni sambært § 18 a í makrelkunngerðini. Hámarkið verður hækkað úr 4.500 tonsum upp í 6.000 tons.
Sambært makrelkunngerðini kann landsstýrismaðurin, um líkindi eru fyri, at tann flutta kvotan ikki verður fullnýtt, broyta ella taka burtur hámarkið.
Við støði í skrásettari veiðinøgd higartil av fluttu makrelkvotuni tilsamans og fyri hvørt skipið sær, og samanhildið við, hvat skip hava eftir at fiska av teirra egnu kvotum, og at vertíðin fyri makrelfiskiskapin í føroyskum og altjóða sjógvi fer at halla, er niðurstøða gjørd um, at líkindi eru fyri, at tann flutta kvotan ikki verður fullnýtt.
Tískil hevur Dennis Holm, landsstýrismaður, tikið avgerð um at hækka hámarkið, sum er ásett í § 18 a, stk. 2 í makrelkunngerðini úr 4.500 tonsum upp í 6.000 tons.
Broytingin fær gildi beinanvegin.