FRÁBOÐAN um at broyta skipanina í fiskiskapinum eftir makreli í norskum sjógvi
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur gjørt av at broyta skipanina fyri fiskiskapin eftir makreli í norskum sjógvi soleiðis, at tær nøgdaravmarkingar, sum eru ásettar fyri hvønn bólkin av fiskiførum í makrelkunngerðini, verða tiknar burtur.
Við broytingini fær hvør rættindahavari møguleika at fiska av síni makrelkvotu í norskum sjógvi, inntil atgongdin upp á 83.524 tons, sum Føroyar hava avtalað við Noreg, er uppi. Á henda hátt verður samstundis lagt til rættis fyri, at føroyska atgongdin í norskum sjógvi verður brúkt.
Sambært makrelkunngerðini kann landsstýrismaðurin, um líkindi eru fyri, at atgongdin at fiska kvoturnar verður fullnýtt, við fráboðan umskipa rættin til atgongd til norskan sjógv.
Við støði í skrásettari veiðinøgd higartil tilsamans og veiði í norskum sjógvi er niðurstøða gjørd um, at líkindi eru fyri, at føroysk skip í 2021 ikki fara at fullnýta møguleikarnar, sum skipini hava at fiska makrel í norskum sjógvi.
Broytingin fær gildi frá fríggjadegnum 24. september 2021.