05.12.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Frá samráðingunum millum Føroyar og ES um fiskiveiðuavtalu fyri 2008

Fiskiveiðusamráðingar millum Føroyar og ES vóru í Brússel týsdagin og mikudagin, har partarnir gjørdu eina fiskiveiðuavtalu fyri 2008, sum er á nakað sama støði sum avtalan fyri 2007.
 
Føroyar fáa í avtaluni við ES kvotur av m. a. svartkjafti, makreli, brislingi og rossamakreli í ES sjógvi og rækjukvotu í Eysturgrønlandi.
 
Stovnarnir av ídnaðarfiski í Norðsjónum – hvítingsbróðir og nebbasild – eru framvegis illa fyri. Tí hava møguleikarnir hjá føroyskum skipum seinastu árini verið avmarkaðir at fiska hesi fiskasløgini í ES sjógvi. Eftir drúgvar tingingar í fjør eydnaðist tað tó at fáa atgongd fyri føroysk ídnaðarskip at luttaka í royndar­veiðuni eftir nebbasild í Norðsjónum, sum var í 2007. Partarnir avtalaðu, at hesir møguleikar eisini verða í 2008.
 
Harumframt er avtalað, at partarnir skulu samráðast um víðkaðar fiskimøguleikar fyri ídnaðarskipini, um ES seinni í 2008 aftur fer at loyva beinleiðis veiðu eftir nebbasild og hvítingsbróðir. Føroysk skip varðveita møguleikan at fiska gott 1.800 tons av sild burtur av kvotuni av brislingi.
 
Strandarlondini hava fyrr í heyst avtalað at lækka svartkjaftakvotuna munandi. Henda avgerð setti sín dám á samráðingarnar millum Føroyar og ES eins og hon hevur gjørt tað í sambandi við aðrar fiskiveiðusamráðingar í ár. Hóast munandi niðurskurð í heildarkvotuni samdust partarnir um at hækka atgongdina hjá hvørjum øðrum, so niðurskurðurin í veiðumøguleikunum verður avmarkaður.
 
Seinastu árini hevur makrelurin broytt ferðingamynstur – ikki bara á føroyskum leiðum men eisini á teimum syðru leiðunum. Í samsvar við hesar broytingar eftirlíkaði ES eftir ynski frá Føroyum at broyta treytirnar fyri føroysk skip í ES sjógvi, so møguleikarnar at fiska makrel í Norðsjónum verða munandi betri.
 
Fiskimøgleikarnir hjá føroyskum skipum í grønlendskum sjógvi eftir rækjum og botnfiski verða óbroyttir í 2008.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður sigur seg vera væl nøgdan við avtaluna. “Niðurskurðurin í svartkjafta­kvotuni, sum strandarlondini hava avtalað fyrr í heyst, hevur ávirkað fiskiveiðu­samráðing­arnar fyri komandi ár. Hóast broyttu fortreytirnar hevur tað eydnast at gera eina avtalu við ES, har vit varðveita góðar veiðumøguleikar eftir svartkjafti og hava víðkað um møguleikarnar at gagnnýta makrel­kvotuna á skynsamasta hátt. Samstundis varðveita vit somu møguleikar at fiska nebbasild og annan flotfisk í Norðsjónum” sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.
 
Týdningarmestu kvoturnar, sum ES skip kunnu fiska í føroyskum sjógvi, eru svartkjaftur, makrelur, upsi og ein blandað kvota av ymiskum djúpvatnsfiskasløgum.
 
Føroyar og ES hava harumframt avtalað at loyva skipum frá hvørjum av pørtunum at fiska 31.000 tons av egnari svartkjaftakvotu í sjóøkinum hjá hinum partinum. Við hesi avtaluni umframt sínámillum avtaluni kunnu føroysk skip í 2008 sostatt fiska 60.580 tons í ES sjógvi og ES skip 33.240 tons í føroyskum sjógvi.
 
Føroyar og ES hava eisini gjørt avtalu um atgongd at fiska ein part av kvotuni av norðhavssild hjá hvørjum øðrum eins og árini frammanundan.
 
Fiskiveiðiavtalan:  Føroyar - ES fyri 2008
Loyvisavtalan:  Føroyar  - ES fyri 2008
Avtalan um atgongd,  norðhavssild fyri 2008
Avtalan um atgongd,  svartkjaft fyri 2008