08.02.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føstulávintsframløga av Fiskivinnuroyndum

Aftur í ár er framløgudagurin hjá Fiskivinnuroyndum settur at verða føstulávintsmánadag, sum í ár er 15. februar.
 
Framløgudagurin verður í hølunum hjá Vinnuháskúlanum í Nóatúni.
Eins og undanfarin ár verður annað enn framløga av føroyskum verkætlanum, tó at hesar eru tær, sum fylla mest í samlaðu skránni.
 
Útlendsku fyrilestrarhaldararnir eru Sigridur Thormodsdottir, sum er senior ráðgevi í Nordisk Innovation Center, sum hon m.a. fer at røða um, og Sigurjón Arason, sum er deildarleiðari hjá Matis í Íslandi. Hann fer eitt nú at tosa um, hvussu vit fáa sum mest burturúr allari rávøruni, sum kemur upp á land úr havinum.
 
Tiltakið er býtt í tveir høvuðspartar. Fyrrapartin er evnið ”Reiðskapsloysnir og oljusparing”, og seinnapartin ”Framleiðsluloysnir á landi”.
 
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku til Edith Lamhauge ella Marjun Nielsen, 353030, 353244/353245 og fartelefon 521530.
 
Trýst á her fyri at síggja skránna fyri dagin.