Føroysku kvoturnar fyri svartkjaft og norðhavssild ásettar
Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins tikið avgerð um, at føroysku kvoturnar fyri svartkjaft og norðhavssild í 2017 vera ávikavist 476.901 tons og 125.597 tons.
Stóri vøksturin í føroysku kvotunum stendst í fyrsta lagi av, at strandarlondini samdust seinasta heyst at hækka mest loyvdu veiðu fyri báðar stovnar samsvarandi havlívfrøðiligu ráðgevingini frá ICES fyri 2017.
Eisini stendst vøksturin av, at í fjør ásetti fiskimálaráðharrin størri lut til Føroya av svartkjafti og norðhavssild. Í ár er føroyski luturin av norðhavssild hartil hækkaður til tess at lutfalsliga útjavna nýliga økt krøv frá øðrum pørtum.
Høgni Hoydal sigur, “Føroyar hava sera væl undirbygd og skjalprógvað krøv til eitt rættvíst býti av svartkjafti og norðhavssild. Tað hevur stóran strategiskan týdning fyri føroysku samráðingarstøðuna, nú strandarlandasamráðingarnar halda fram seinni í ár, at árligu føroysku kvoturnar endurspegla havlívfrøðiliga veruleikan í Norðurhøvum og í Landnyrðingsatlantshavi eins og okkara mál og mið í hesum samráðingum um at býta svartkjaftin og norðhavssildina av nýggjum millum strandarlondini”.
Fiskiskapurin eftir svartkjafti og norðhavssild í 2017 verður endaliga skipaður í kunngerðum, sum verða lýstar í næstu framtíð.