20.12.2019 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild ásettar fyri 2020

Føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild ásettar fyri 2020

Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins tikið avgerð um at áseta føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2020.


Føroyska kvotan av svartkjafti fyri 2020 verður 412.697 tons samsvarandi einum føroyskum luti á 38,6 prosentum av strandarlandakvotuni á 1.069.163 tons, eftir at NEAFC loyvda veiða á 92.452 tons var drigin frá mest loyvdu veiðu (MLV) á 1.161.615 tons, sum strandarlondini samtyktu í London 24. oktober 2019, sambært langtíðar umsitingarætlanini og ICES ráðgevingini fyri 2020.


Føroyska kvotan av norðhavssild fyri 2020 verður 115.893 tons samsvarandi einum føroyskum luti á 22,05 prosentum av mest loyvdu veiðu (MLV) á 525.594 tons, sum strandarlondini samtyktu í London 24. oktober 2019, sambært langtíðar umsitingarætlanini og ICES ráðgevingini fyri 2020.


Fiskiskapurin eftir svartkjafti og norðhavssild í 2020 verður skipaður í kunngerðum og verða tær lýstar í næstu framtíð.