Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við Løgtingsins Uttanlandsnevnd, ásett føroysku svartkjaftakvotuna fyri 2016.
Eftir at semja ikki varð funnin millum strandarlondini á heysti í 2015 um býtið av svartkjafti fyri 2016 og næstu árini, hava londini hvørt sær ásett kvotur fyri 2016.
Avgerð er tikin um, at føroyska svartkjaftakvotan í 2016 verður 275.832 tons. Afturat hesi kvotuni verða løgd 71.475 tons frá 2015, sum ikki vórðu fiskað, tá árið var liðugt.
Sambært sínámillum fiskiveiðiavtalum við Russland, Grønland og ES lata Føroyar hesum londum 91.500 tons av føroysku svartkjaftakvotuni. Hjá føroyskum skipum verða sostatt 255.807 tons at fiska í 2016.
Kunngerð um svartkjaftafiskiskapin verður lýst í næstum.