Nú Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur undirritað tilnevningarbrøvini, er føroyska samráðingartoymið sett á stovn eftir hesi skipan:
Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari
stjórnmálafrøðingur við høvuðsgrein í heimspolitikki og altjóðasamráðingum
Ásmundur Guðjónsson, havlívfrøðiligur ráðgevi
havlívfrøðingur
Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi
doktari í altjóðalóg
Eydna í Homrum, havlívfrøðiligur ráðgevi
lívfrøðingur, PhD.
Hans Ellefsen, taktiskur ráðgevi
búskaparfrøðingur, PhD.
Jan Arge Jacobsen, havlívfrøðiligur ráðgevi
fiskifrøðingur, Dr. Scient.
Føroyska samráðingartoymið er skipað við sæti í Fiskimálaráðnum við serligum førleikum innanfyri diplomati og altjóðasamráðingar, umframt altjóðalóg, havlívfrøði og búskaparfrøði.
Í føroysku sendinevndunum fyri norðhavssild og makrel eru, umframt føroyska samráðingartoymið, eisini umboð fyri føroysku vinnuna.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær beinleiðis til Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðara, á telefon +298 553249.