Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur fráboðað, at føroyska makrelkvotan í 2013 verður 125.852 tons. Hetta er ein niðurskurður á 15% sæð í mun til ásettu føroysku kvotuna í 2012. Harumframt verður ikki fiskað kvota frá 2012 flutt til 2013. Talan er um góð 32.000 tons.
“Ásetingin av føroysku kvotuni er tikin við atliti at tilmælinum frá ICES um, at mest loyvda veiðan í 2013 eigur at vera 15% lægri enn í 2012”, sigur Jacob Vestergaard, sum samstundis sigur seg harmast um, at tað heldur ikki í 2013 eydnaðist at fáa eina semju millum strandarlondini.
Hini strandarlondini, ES, Noreg og Ísland, hava longu hvør sær fráboðað teirra kvotur fyri 2013. ES og Noreg hava samanlagt sett sær eina kvotu á 489.882 tons, og Ísland hevur sett sær eina kvotu á 123.182 tons. Samanborið við kvoturnar fyri 2012 hava øll londini lækkað teirra kvotur við 15%, men hava annars ikki gjørt aðrar tillagingar í nøgdunum.
“Støðan tykist rættuliga fastløst. ES og Noreg tilskila sær framvegis sama part av tilmæltu heildarkvotuni, sum tey høvdu í gomlu strandarlandaavtaluni, t.v.s. omanfyri 90%, hóast semja er um, at stórar broytingar eru í útbreiðsluni av makreli í Norðuratlantshavinum, og at gamla býtið ikki er nøktandi longur”, sigur Jacob Vestergaard.
Jacob Vestergaard vísir á, at hóast høga veiðitrýstið seinastu árini, tykist makrelstovnurin tíanbetur framvegis at vera væl fyri. Tað er tó púra greitt, at skal veiðan eftir makreli tryggjast frameftir, er umráðandi, at strandarlondini finna eina semju um eina burðardygga umsiting av stovninum. Føroyar fara um ein góðan mánað saman við hinum strandarlondunum at luttaka í rognakanningunum, sum verða støði undir eini nýggjari stovnsmeting av makrelstovninum í heyst. Harumframt verða árligu kanningarnar av makrelstovninum, sum hava verið gjørdar síðani 2010, endurtiknar í juli og august.
“Vónandi fer úrslitið av kanningunum í 2013 at føra við sær og geva íblástur til nýggjar samráðingar millum strandarlondini, og sum eggja samráðingarpørtunum at koma til sættis um eina loysn á makrelósemjuni”, sigur Jacob Vestergaard.
Arbeiðið at skipa fiskiskapin eftir makreli í 2013 er í gongd, og ætlandi verður kunngerð send til hoyringar stutt eftir páskir.