Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins í dag tikið avgerð um at áseta føroysku kvotuna av makreli fyri 2022.
Føroyska makrelkvotan fyri 2022 verður 155.804 tons samsvarandi 19,6 prosentum av mest loyvdu veiðu á 794.920 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um makrel í London 27. oktober í fjør.
Árni Skaale sigur, at samráðingarnar um nýtt makrelbýti fyri 2023 og næstu árini eru nú byrjaðar og vónar hann, at hesar samráðingar føra til semju um makrelbýtið.