Landsstýrið hevur sett sær fyri at menna eina nøktandi og útbygda veðurtænastu í Føroyum.
Í hesum sambandi verða 3,2 mió. kr. settar av á fíggjarlógini fyri 2021.
Játtanin til veðurtænastu verður harvið hækka úr umleið 5 mió. kr. til góðar 8 mió. kr.
Við hesi fígging byrjar arbeiðið at menna eina dagførda og útbygda føroyska veðurtænastu við betri og neyvari veðurforsagnum fyri allar Føroyar.
Ætlanin fevnir um betri miðling, eins og luttøku í kanningum og gransking av veðri, veðurlagi og – broytingum til gangs fyri sjóvinnu, vinnu á landi, ferðslu, tilbúgving og føroyska samfelagið í síni heild.