Føroyar og Russland hava gjørt sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2012
Fiskivinnusamráðingar vóru millum Føroyar og Russland í Tórshavn 28. og 29. november.
Síðani Føroyar og Russland miðskeiðis í sjeytiárunum fóru undir eitt skipað fiskiveiðisamstarv, hava Føroyar latið Russlandi serliga svartkjaft í føroyskum sjógvi aftur fyri møguleika at fiska serliga tosk og hýsu í russiska partinum av Barentshavinum. Samráðingarnar fyri 2011 vóru merktar av, at heildarkvotan av svartkjafti í 2011 bert var ein brøkpartur av kvotuni árini frammanundan, og høvdu Føroyar tá at kalla ongan svartkjaft at lata Russlandi.
Tað eydnaðist tó pørtunum tá at koma ásamt um eina avtalu, har Føroyar lótu Russlandi meiri makrel í 2011 enn undanfarin ár, samstundis sum botnfiskakvoturnar í russiskum sjógvi vórðu varðveittar á sama støði.
Samsvarandi avtalu millum strandarlondini verður svartkjaftakvotan í 2012 munandi størri enn í 2011. Tí bar til at ganga einum russiskum ynski á møti um aftur at hækka teirra svartkjaftakvotu í føroyskum sjógvi, samstundis sum teirra makrelkvota í føroyskum sjógvi varð lækkað.
Partarnir samdust um, at føroysku toska- og hýsukvoturnar tilsamans í russiskum sjógvi í 2012 hækka við 27% sammett við 2011.
Avtalaðu kvoturnar fyri 2012 eru endurgivnar niðanfyri :
Til Føroyar Toskur Hýsa Flatfiskur Rækjur Heild
15.206 2.000 900 1.000 19.106
Til Russlands Svartkjaftur Makrelur Royndarveiða Heild
50.000 13.000 500 63.500
Partarnir eru harumframt samdir um, at samstarvið innan gransking heldur fram.