Føroyar og Russland hava gjørt sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2011.
Fiskivinnusamráðingar hava verið millum Føroyar og Russland í Moskva 29. og 30. november.
Síðani Føroyar og Russland miðskeiðis í sjeytiárunum fóru undir eitt skipað fiskiveiðisamstarv, hava Føroyar latið Russlandi svartkjaft í føroyskum sjógvi aftur fyri møguleika at fiska serliga tosk og hýsu í russiska partinum av Barentshavinum.
Samráðingarnar hesaferð vóru merktar av, at heildarkvotan av svartkjafti í 2011 er bert ein brøkpartur av kvotuni árini frammanundan, og høvdu Føroyar tí at kalla ongan svartkjaft at lata Russlandi.
Tað eydnaðist tó pørtunum at koma ásamt um eina avtalu, grundað á, at Føroyar lata Russlandi meiri makrel í 2011 enn undanfarin ár.
Fyri árið 2011 samdust partarnir um, at russiska kvotan í føroyskum sjógvi verður hendan:
- svartkjaftur: 8.000 tons
- markrelur: 25.500 tons
Harumframt samdust partarnir um, at møguleikarnir fyri russiskari royndarveiðu á djúpum vatni við Føroyar halda fram innan fyri eina kvotu, sum er avmarkað til 500 tons.
Í mun til 2010 er talan um ein munandi niðurskurð í russisku svartkjaftakvotuni, sum í 2010 var 85.500 tons. Makrelkvotan er hinvegin økt við 11.500 tonsum.
Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi verða tær somu sum í 2010:
- toskur 12.000 tons
- hýsa 1.540 tons
- flatfiskur: 900 tons
- rækjur: 1.000 tons
Partarnir eru harumframt samdir um, at samstarvið innan gransking heldur fram.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum vísir á, at umstøðurnar at samráðast vóru truplar. Svartkjaftakvotan fyri 2011 er ein viðfáningur, av tí hon hevur verið, og Føroyar høvdu tískil nærum ongan svartkjaft at lata Russlandi. Men partarnir vístu vilja til at finna loysnir, og tað eydnaðist at koma fram til eina semju á sama støði sum í 2010. Hetta er at gleðast um.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fegnast um, at betri javnvág nú er komin í avtaluna. Eg haldi, at vit hesa ferð hava fingið eina avtalu, sum er javnbjóðis fyri báðar partar. Tað, at vit ikki hava kunnað latið meiri svartkjaft, er av teirri einfaldu orsøk, at vit hava ikki meiri at lata. Afturfyri fáa russar so nakað meiri av makreli, sum eisini teir meta hevur eitt hægri virði enn svartkjafturin, sigur Jacob Vestergaard.
Hann heldur, at tað er komið okkum væl við, at vit hava hildið fast um kravið um størri lut av makrelkvotuni.