Føroyar og Russland gjørt avtalu um fiskiskap fyri 2022
Føroyar og Russland skrivaðu 26. november undir fiskiveiðuavtalu fyri 2022. Samráðingarnar vóru í Tórshavn hósdagin 25. og fríggjadagin 26. november.
Undan samráðingunum var greitt, at heildarkvoturnar, sum báðir partar hava tøkar í 2022, verða væl minni enn í 2021. Russland og Noreg hava avrátt, at toska- og hýsukvoturnar lækka ávikavist 20% og 24%, meðan strandarlondini eru samd um, at heildarkvoturnar av svartkjafti, makreli og norðhavssild lækka ávikavist 19%, 8% og 7%. Hesi viðurskifti settu sín dám á samráðingarnar.
Føroysku botnfiskakvoturnar í russiskum sjógvi lækka við 2.760 tonsum í 2022. Tað er ein lækking upp á um 13%. Føroyska toskakvotan verður 15.356 tons ímóti 17.690 tonsum í ár, og hýsukvotan verður 1.343 tons ímóti 1.769 tonsum í ár. Kvotan av flatfiski verður óbroytt 900 tons.
Russisku uppsjóvarkvoturnar í føroyskum sjógvi lækka við tilsamans 9.000 tonsum. Svartkjaftakvotan lækkar við 7.000 tonsum niður í 75.000 tons; makrelkvotan lækkar við 1.200 tonsum niður í 13.300 tons og sildakvotan við 800 tonsum til 9.200 tons.
Russland boðaði frá, at serlig nevnd er sett at greina grundarlagið undir rækjufiskiskapinum í russiskum sjógvi. Fyrr enn henda greining er liðug, kann Russland ikki játta nøkrum skipum – hvørki russiskum ella fremmandum – loyvi at fiska rækjur. Harumframt boðaði Russland undir samráðingunum frá, at útlitini fyri rækjufiskiskapi í russiskum sjógvi ikki eru góð, og at Føroyar ikki kundu fáa rækjukvotu í 2022.
Frá føroyskari síðu varð gjørt greitt, at rækjukvotan er so týðandi partur av føroysku veiðimøguleikunum í russiskum sjógvi, at Føroyar als ikki kundu góðtaka hetta útspælið frá Russlandi. Niðurstøðan var, at føroyska rækjukvotan í 2022 verður 2.500 tons, men fiskiskapurin kann tó ikki byrja, fyrr enn greiningin av rækjustovninum er gjørd. Tá skulu russiskir myndugleikar eisini viðgera, um føroyska rækjukvotan verður 4.000 tons heldur enn 2.500 tons.
Eftirlitsmyndugleikarnir hjá Føroyum og Russlandi hava seinastu árini arbeitt fram ímóti at gera eina skipan millum londini um talgildar veiðifráboðanir. Í tí sambandi varð ein avtala um samstarv undirskrivað. Í 2022 verður skipanin royndarkoyrd við skipum frá báðum pørtum. Miðað verður ímóti, at frá 2023 verða allar fráboðanir frá skipunum hjá báðum pørtum sendar talgilt. Ein skipan við talgildum veiðifráboðanum fer at lætta um samskiftið millum eftirlitsmyndugleikarnar og millum skip og myndugleikar. Føroyar hava framman undan slíkar avtalur við Noreg og við Ísland; avtalan við Russland fylgir sama leisti.