Føroyar og Russland gjørt avtalu um fiskiskap fyri 2020
Føroyar og Russland hava 6. desember skrivað undir fiskiveiðiavtalu fyri 2020. Hetta var 43. fundurin í felags russisku-føroysku fiskivinnunevndini. Samráðingarnar vóru í Tórshavn 5. og 6. desember 2019.
Bert smávegis broytingar eru í avtaluni fyri 2020 í mun til avtaluna fyri 2019.
Føroysku botnfiskakvoturnar í russiskum sjógvi vera óbroyttar í 2020. Føroyska toskakvotan verður 15.690 tons, og hýsukvotan verður 1.569 tons. Kvotan av flatfiski verður 900 tons.
Samráðingarnar vóru merktar av einum ynski frá Russlandi um, at føroyska rækjukvotan í russiskum sjógvi skuldi lækka munandi. Fiskiskapurin eftir rækjum í Barentshavinum er vaksin seinastu árini, og alsamt fleiri skip undir russiskum flaggi eru virkin í hesum fiskiskapi. Úrslitið varð, at kvotan av rækjum til føroysk skip verður 4.500 tons; hetta er ein lækking á 500 tons í mun til 2019. Ein áseting varð tó sett inn í avtaluna um, at Russland fer at kanna møguleikarnar fyri at lata Føroyum 500 tons av rækjum afturat.
Russiska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi verður 82.000 tons í 2020. Talan er um eina øking á 1.000 tons í mun til 2019. Aðrar kvotur til russisk skip í føroyskum sjógvi vera óbroyttar í mun til 2019.
Seinasta árið hava eftirlitsmyndugleikarnir hjá Føroyum og Russlandi samskift um at fáa í lag eina avtalu um talgildar veiðifráboðanir. Føroyar hava framman undan slíkar avtalur við Noreg og við Ísland; avtalan við Russland fylgir sama leisti. Komið er nú undir land við avtaluni, og londini eru farin undir at royndarkoyra skipanina. Ætlandi verður ein avtala undirskrivað millum londini komandi ár. Ein skipan við talgildum veiðifráboðanum fer at lætta um samskiftið millum eftirlitsmyndugleikarnar og millum skip og myndugleikar.
Onnur mál viðvíkjandi eftirlitsstøðum hjá føroyskum skipum í russiskum sjógvi og royndarveiðu vórðu umrødd, men ongar formligar broytingar vóru gjørdar hesum viðvíkjandi.
Tað vóru samráðingarleiðararnir Andras Kristiansen og Sergey V. Simakov, sum skrivaðu undir avtaluna millum Føroyar og Russland.