28.11.2024 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føroyar og Russland gjørt avtalu fyri 2025

Føroyar og Russland gjørt avtalu fyri 2025

Føroyar og Russland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025. Talan var um talgildan fund.

 

Munandi skerjingar eru í botnfiskakvotunum í Barentshavinum í 2025. Tí var eisini væntandi, at Føroyum fór at standa í boði lægri kvotur av toski og hýsu í russiskum sjógvi í 2025, samanborið við 2024. 

 

Føroyska lækkingin verður tó eitt vet minni enn lækkingin í heildarkvotuni. Toskakvotan lækkar við 23,8% og hýsukvotan við 4,5%. Føroyska kvotan av flatfiski og rækjukvotan verða óbroyttar í mun til 2024.

 

Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2025 verða sostatt hesar: Toskur 7.445 tons, hýsa 1.000 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons. 

 

Seinastu árini hevur ein avmarking verið, at bert eitt føroyskt skip kann fara á norðaru leiðirnar í russiskum sjógvi at fiska rækjur. Í avtaluni hava Føroyar fingið betrað um hesar fortreytir, soleiðis at tvey skip nú kunnu vera til fiskiskap á norðaru leiðunum samstundis.

 

Í føroyskum sjógvi lækka russisku kvoturnar av makreli og norðhavssild. Russiska makrelkvotan lækkar við 34,3%, og kvotan av norðhavssild lækkar við 10,6%. Kvotan av svartkjafti verður óbroytt í mun til 2024.

 

Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2025 verða hesar: Svartkjaftur 75.000 tons, makrelur 8.080 tons og sild 5.800 tons.

 

Russisk skip fáa í 2025 atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 52.612 tons av svartkjaftakvotuni, sum russisk skip hava í altjóða sjógvi, hetta er ein lítil lækking í nøgd í mun til 2024.

 

Russisk skip hava í 2025 ikki atgongd at fiska í serøkinum hjá Føroyum og Bretlandi.