Føroyar og Russland skrivaðu fríggjadagin 1. desember undir fiskiveiðiavtalu fyri 2018, eftir at samráðingar hava verið í Tórshavn 30. november og 1. desember. Hetta var 41. fundurin í felags russisku-føroysku fiskivinnunevndini, og 27. november í ár vóru 40 ár liðin, síðani fyrsta sínámillum fiskiveiðiavtalan varð undirskrivað millum londini.
Mynstrið hevur vanliga verið, at Føroyar hava latið Russlandi uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi afturfyri botnfisk í russiskum sjógvi, og avtalan fyri 2018 er einki undantak.
Botnfiskastovnarnir í Barentshavinum eru í minking, og merkti hetta eisini avtaluna millum Føroyar og Russland fyri 2018. Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi verður 16.800 tons og hýsukvotan 1.680 tons í 2018. Talan er um eina lækking á 12,5 % í mun til í ár. Kvoturnar av flatfiski og rækjum verða óbroyttar, og verða tær ávikavist 900 tons og 5.000 tons.
Russiska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2018 verður óbroytt 81.000 tons, ímeðan ein niðurskurður er í russisku kvotunum av makreli og norðhavssild. Russiska makrelkvotan í føroyskum sjógvi verður 13.600 tons, umframt hjáveiðu av í mesta lagi 9.100 tons av sild. Russland fær eisini atgongd at fiska part av svartkjaftakvotuni í føroyskum sjógvi, sum Russlandi verður tillutað at fiska í altjóða sjógvi í 2018. Endalig semja er ikki gjørd hesum viðvíkjandi enn, og ítøkiliga nøgdin verður tí avgjørd umvegis samskifti seinni.
Spurningurin um at loyva føroyskum skipum at fiska rækjur á norðaru leiðunum í russiskum sjógvi hevur verið nógv umrøddur seinastu tvey árini. Í 2017 hevur nógv samskifti verið á ráðharrastigi um málið, og glið tykist nú vera komið á.
Russland tekur nú undir við, at eitt føroyskt rækjuskip kann fiska á norðaru leiðunum, eftir at londini hava havt formligt brævasamskifti hesum viðvíkjandi. Eisini er lagt upp fyri, at skipini kunnu fáa stytt sær um teinin millum tjekpunkt og fiskileið, við at heimilað verður skipunum at sigla gjøgnum altjóða sjógv.
Hóast talan ikki er um loysnir, sum ganga øllum føroyskum ynskjum á møti, er talan um eitt stig rætta vegin, og er hetta at fegnast um.