Føroyar og Russland skrivaðu týsdagin 29. november undir fiskiveiðiavtalu fyri 2017, eftir at samráðingar hava verið í Murmansk 28. og 29. november. Hetta var 40. fundurin í felags russisku-føroysku fiskivinnunevndini.
Mynstrið hevur vanliga verið, at Føroyar hava latið Russlandi uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi afturfyri botnfisk í russiskum sjógvi, og avtalan fyri 2017 er einki undantak.
Bert smávegis broytingar eru gjørdar í avtaluni fyri 2017. Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi lækkar 170 tons, og hýsukvotan lækkar 200 tons. Allar aðrar kvotur verða óbroyttar í 2017. Orsøkin til broytingarnar er, at heildarkvotan av toski og hýsu í Barentshavinum lækkar í 2017, og tað hevur ávirkan á føroysku kvotuna.
Avtalan ber sostatt í sær, at Føroyar fáa 19.330 tons av toski og 1.800 tons av hýsu í russiskum sjógvi í 2016 umframt 900 tons av flatfiski og 5.000 tons av rækjum.
Russland fær hinvegin 81.000 tons av svartkjafti og 14.500 tons av makreli í føroyskum sjógvi í 2017 umframt hjáveiðu av í mesta lagi 10.000 tons av sild. Russland fær eisini atgongd at fiska part av svartkjaftakvotuni, sum Russland fær tillutað í altjóða sjógvi umvegis samtykt í NEAFC, í føroyskum sjógvi í 2017.
Tað vóru samráðingarleiðararnir, Sergey V. Simakov og Andras Kristiansen, ið týskvøldið 29. november undirritaðu semju millum Russland og Føroyar um fiskiveiðirættindi í 2017.