Føroyar og Ísland hava gjørt semju um eina fiskiveiðiavtalu fyri 2022, sum er á sama støði sum tann fyri 2021.
Avtalan ber í sær, at føroysk skip eins og árini framman undan kunnu fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi og íslendsk skip uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi.
Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan, eins og áður, verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu. Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi 5% av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.
Avtalað er, at atgongdin at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár. Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum; hetta er eisini óbroytt í mun til undanfarin ár.
“Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland hevur týdning fyri báðar partar, og eg fegnist um, at vit hava fingið eina loysn, ið skapar áhaldandi støðug viðurskifti millum londini og hjá vinnuni,” sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Føroyski fiskiskapurin í íslendskum sjógvi verður, umframt íslendskar kunngerðir, skipaður sambært føroyskum kunngerðum, ið verða lýstar um ársskiftið.