09.12.2014 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føroyar og ES gjørt avtalu um fiskiveiðirættindi fyri 2015

Føroyar og ES hava í dag endurnýggjað avtaluna um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2015 eftir samráðingar í Bruxelles 8. og 9. desember. Avtalan líkist avtaluni fyri 2014, tó við nøkrum smærri broytingum.

Sínámillum atgongdin at fiska makrel lækkar við umleið 15 prosentum samsvarandi lækkingini í heildarkvotuni, soleiðis at Føroyar í 2015 hava møguleika at fiska sløk 40.000 tons av makreli í ES sjógvi. Skip frá ES kunnu fiska somu nøgd í føroyskum sjógvi.

Sínámillum atgongdin at fiska svartkjaft í økinum hjá hvørjum øðrum er óbroytt, soleiðis at partarnir hava atgongd at fiska 25.000 tons av svartkjafti hjá hvørjum øðrum. Harumframt fáa føroysk skip eina kvotu í ES sjógvi, sum er 15.000 tons, soleiðis at føroysk tilsamans skip kunnu fiska 40.000 tons av svartkjafti í ES sjógvi í 2015. Annars eru bert smærri broytingar í kvotabýtinum.

Avtalan inniber eisini, at eitt nýtt eftirlitspunkt í samband við makrelfiskiskap er sett í avtaluna, soleiðis at tað eftir ætlan gerst høgligari hjá føroyskum skipum at sigla heim til Føroya, og fiskiveiðieftirlitið skal umborð.

Eisini varð avtalað, at fiskiveiðieftirlitini hjá báðum pørtum skulu samstarva um at menna skipanir í samband við fráboðanir um fiskiskap.

Mynd: Samráðingarleiðararnir hjá ávikavist Føroyum og ES skriva undir avtaluna millum partarnar