Føroyar og Bretland gjørt semju um sínámillum fiskirættindi fyri 2022
Í dag undirritaðu samráðingarleiðararnir hjá Føroyum og Bretlandi eina semju um sínámillum fiskirættindi fyri 2022 á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn.
Samráðingar vóru millum londini bæði í Tórshavn 23.-24. novembur 2021 og hildu tær fram um talgildan pall í døgunum 17. desembur 2021 og 31. januar 2022, tá ið komið var á mál við teimum.
Eftir ráðførslu í Løgtingsins uttanlandsnevnd seinasta leygardag tók Árni Skaale, fiskimálaráðharri, avgerð um at heimila føroyska samráðingarleiðaranum at undirrita semjuna.
Í semjuni eru sínámillum fiskirættindini hjá Føroyum og Bretlandi fyri 2022 ásett, har Føroyar fáa rættindi frá Bretlandi at veiða svartkalva, tosk, rossamakrel, hýsu, longu, brosmu og blálongu, meðan Bretland fær rættindi frá Føroyum at veiða tosk, hýsu, upsa, blálongu, longu, flatfisk og eina kvotu fyri onnur fiskasløg. Til bæði londini verða harafturat tillutaðar smærri hjáveiðukvotur av ymsum fiskasløgum.
Føroyar og Bretland eru eisini samd um at samstarva um Serøkið, sum tey í felag varða av og um at hava eitt gott samstarv millum eftirlitsmyndugleikarnar í londunum báðum.
Harumframt leggja tey serligan dent á langtíðar varðveitslu og sjálvberandi nýtslu av livandi tilfeingi havsins eins og at lætta um vísindaliga gransking um havlívfrøði og havumhvørvi.
Sum nakað serligt, eru Føroyar og Bretland samd um at fara undir eina tilgongd at menna tey strategisku viðurskiftini landanna millum.
Árni Skaale, fiskimálaráðharri, sigur, at hesin dagur er ikki bara søguligur, men eisini ein varði í samstarvinum millum Føroyar og Bretland, har londini bæði nú fara inn í eina framtíð í tættari samvinnu á fiskirættindaøkinum, sum kann hava eina jaliga menning fyri viðurskiftini sum heild landanna millum í komandi tíðum.
Semjan kann heintast her.
Á myndini síggjast frá vinstru Will Francis, bretskur samráðingarleiðari, og Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari.