03.02.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føroyar hava formansskapin og ábyrgdina av at røkja fiskivinnusamstarvið í Norðurlanda Ráðharraráðnum í 2010

Tíðindafundur hevur í morgun verið í Fiskimálaráðnum har Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, greiddi frá verkætlanum og fundarvirksemi í ár undir føroyska formansskapinum í norðurlendska fiskivinnusamstarvinum, og Jørgen Niclasen, samstarvs­ráðharri í norðurlandamálum, greiddi frá leikluti Føroya í sambandi við danska formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2010.
 
Tað er Danmark, sum hevur formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum, og í tí sambandinum hava føroyingar fingið ábyrgdina av at røkja fiskivinnusamstarvið. Harumframt hava Føroyar tikið stig til, at havið er ein av yvirskriftunum í formansskránni í 2010. Í hesum sambandi verða Føroyar vertur fyri altjóða ráðstevnu á politiskum stigi við heitinum Seas the Future, sum Uttanríkisráðið fer at skipa fyri í tøttum samstarvi við norðurlendska fiskivinnusamstarvið og øðrum.
 
Fyri Føroyar er hetta ein søgulig hending, tí hetta er fyrstu ferð, at vit hava átikið okkum at røkja formansskapin fyri eitt av politisku økjunum undir Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Fáar tjóðir eru so bundnar av sjónum og tilfeinginum í havinum sum Føroyar. Tí hevur tað sera stóran týdning fyri Føroyar at kunna ávirka norðurlendska fiskivinnusamstarvið, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
 
 
Fýra ráðstevnur/verkstovur eru fyriskipaðar í 2010:
  1. Pelagiska kompleksið, 7-9. sept. 2010
  2. Hvussu kunnu rættindini til at fiska koma samfelagnum til gagns, 10.-(11.) juni 2010
  3. Umsiting av havvistskipanunum – hvussu tulka vit eina burðardygga umsiting? (Ilulissat 26.-27. mai)
  4. Havið “Seas the Future”, 5-7. okt. 2010
 
Reiðiliga nógv tilfar varð lagt fram á tíðindafundinum:
 
Tíðindaskriv frá Fiskimálaráðnum:
 
Tíðindaskriv frá Uttanríkisráðnum:
 

Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Uttanríkisráðnum www.mfa.fo, har greitt verður frá ráðstevnuni Seas the Future og felagsfundinum.