Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, hevur í dag eftir ráðførslu við Løgtingsins Uttanlandsnevnd ásett føroysku makrelkvotuna fyri 2021.
Føroyska makrelkvotan fyri 2021 verður 167.048 tons samsvarandi 19,6% av mest loyvdu veiðu á 852.284 tons, sum strandarríkini samdust um 4. desember 2020.
Føroyar hava í hesum sambandi avgjørt at hækka sín lut í sama lutfalli sum Noregi.
Føroyski býtisluturin hevur síðan 2014 verið 12,6% av mest loyvdu veiðu sambært gomlu makrelsemjuni, sum gekk út 31. desember 2020.
Jacob Vestergaard sigur, at hann bæði vónar og væntar at gongd kemur aftur á samráðingarnar millum strandarríkini um eitt nýtt býti í heyst. Samráðingarnar fara fram undir føroyskum formansskapi og leiðslu.