06.06.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Føroyar halda fast um rættin at fiska laks í føroyskum sjógvi
Á 25. ársfundinum hjá NASCO, sum var í Gijón í Spania 3-6. juni, varð avgerð tikin um, at veiðireglurnar fyri laksafiskiskapi í føroyskum sjógvi í 2009 verða tær somu sum undanfarin ár. Við støði í tí vánaligu støðuni, sum laksastovnarnir sum heild eru í, varð samtykt ikki at áseta nakra kvotu fyri føroyskan sjógv, men taka føroyskir myndugleikar avgerð um at loyva fiskiskapi í føroyskum sjógvi, skulu Føroyar boða NASCO frá hesi avgerð, so NASCO fær møguleika at viðgera føroysku avgerðina í skundi.
Føroyar halda fast um rættin at fiska laks í føroyskum sjógvi. Føroyar átalaðu, at onnur lond framhaldandi loyva laksafiskiskapi í áum, sum eru illa fyri, samstundis sum somu lond arbeiða ímóti laksafiskiskapi í føroyskum sjógvi.
Føroysk skip hava seinastu 15 árini at kalla ikki fiskað laks. Árini 1980 til 1990 veiddu føroysk skip millum 250 og gott 1.000 tons av laksi árliga. Besta árið var 1981, tá veiðan var 1.025 tons. Síðani 1984/85 hevur NASCO regulerað fiskiskapin í føroyskum sjógvi.
Laksastovnarnir í Norðuratlantshavinum eru sum heild illa fyri. Hóast væl av laksi fer úr áunum á ferð í Norðuratlantshav, kemur lítið av laksi aftur í áirnar. Seinastu árini eru nógv tiltøk sett í verk til tess at verja laksastovnarnar, og hava Føroyar og Grønland gingið á odda við at hava avmarkað og seinni hildið seg frá at fiska laks á vinnuligum grundarlagi.
Vísindaliga tilráðingin frá ICES um laksafiskiskap á opnum havi er sum heild at halda veiðuna á so lágum støði sum gjørligt og í einstøkum førum als ikki at fiska. Serstakliga eru laksastovnar úr áum í sunnaru londunum í Evropa illa fyri. Tá laksur úr hesum áunum eisini ferðast norður eftir í føroyskan sjógv, mælir ICES frá, at laksur verður veiddur í føroyskum sjógvi. Sjálvt ein avmarkaður fiskiskapur í føroyskum sjógvi verður hildin at verða ein hóttan ímóti laksastovninum í onkrari á, sum frammanundan er illa fyri.
Avgerð um fiskiskap í 2009
Á fundinum boðaðu Føroyar frá, at samstundis sum lond framhaldandi loyva laksafiskiskapi í áum, har stovnarnir eru illa fyri, ella har londini ikki kunnu veita vissu fyri, at laksafiskiskapurin í teimum einstøku áunum er burðardyggur, frásiga Føroyar sær ikki møguleikan at fiska laks í egnum sjógvi. Føroyska sjónarmiðið er, at tá onnur lond loyva fiskiskapi í áum, har laksastovnurin er illa fyri, er ikki haldgott grundarlag fyri, at Føroyum verður álagt ikki at fiska laks í føroyskum sjógvi.
Ársfundurin samtykti, at møguligur føroyskur laksafiskiskapur í 2009 skal skipast sum undanfarnu ár. Samtyktin ásannar rættin hjá Føroyum at kunna fiska laks í egnum sjógvi og tekur til eftirtektar, at føroyskir myndugleikar ikki hava loyvt fiskiskapi seinastu árini grundað á ta vánaligu støðuna, sum laksastovnarnir eru í.
Ítøkiliga merkir hetta, at NASCO ikki ásetir nakra kvotu fyri føroyskan sjógv. Taka føroyskir myndugleikar avgerð um at loyva fiskiskapi, skal tað verða gjørt við atliti at m.a. støðuni, sum laksastovnarnir eru í, umframt at NASCO skal verða kunnað um avgerðina, so møguleiki er fyri at kalla til fundar í NASCO at umrøða avgerðina.
Onnur mál
NASCO hevur seinastu árini arbeitt við at seta í verk eina altjóða granskingarætlan um laks – serstakliga tíðarskeiðið hjá laksinum í sjónum. Endamálið er at kanna, hví so lítið av laksi kemur aftur í áirnar. Tað er nú eydnast at fáa munandi fígging frá 7. granskingarprogramminum hjá ES. Føroyar eru ikki knýttar at granskingarsamstarvinum hjá ES, men ein grunnur hjá franska oljufelagnum Total fíggjar føroyska partin av verkætlanini. Talan er um at, r/s Magnus Heinason seinni í summar skal gera ein rannsóknartúr í Norðurhøvum. Írsk fiskirannsóknarskip hava verið rannsóknartúr í Írska Havinum og norður ímóti Føroyum. Seinni fara norsk skip at kanna tær norðaru leiðirnar í Norðurhøvum.
Ársfundurin umrøddi eisini tilgongdina, sum varð sett í verk at meta um, hvussu limalondini hava sett samtyktir hjá NASCO í verk. Henda tilgongdin heldur fram, nú eisini við atliti at eini møguligari uttanhýsis meting um arbeiðið hjá NASCO sum millumlanda fiskiveiðifelagsskapur við ábyrgd fyri umsiting av laksafiskiskapi í Norðuratlantshavi.
Ásannandi vandan, sum aling av laksi kann hava fyri laksastovnarnar í áunum, varð avgjørt at fáa eitt betri samstarv í lag millum NASCO og altjóða felagsskapin hjá laksaalarunum.
Fleiri upplýsingar um NASCO eru á www.nasco.int