06.07.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føroyar, ES og Noreg samd um at tálma útblaking í fiskiskapinum eftir uppsjóvarfiski

Á fundi í farnu viku komu Føroyar, ES og Noreg ásamt um at seta í verk tiltøk fyri at tálma útblaking í fiskiskapinum eftir makreli, sild og rossamakreli.
 
 
Semjan ber í sær, at bann verður sett móti at blaka fisk út aftur fyri at fáa størst virði burtur úr kvotuni. Hetta bannið er longu í føroyskari og norskari lóggávu. Størsta framstigið á fundinum var tí at fáa ES at taka undir við banninum.
 
 
Londini eru eisini samd um at banna útgerð umborð, sum kann brúkast til at skilja fisk frá at blaka útaftur. Harafturat skulu reglur setast í verk, sum áleggja skipunum at flyta, um íblandingin av undirmátsfiski er ov stór.
 
  
 
Reglurnar skulu galda fyri alt útbreiðsluøkið hjá makreli, sild og rossamakreli í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum.
 
 
Avtalan er gjørd eftir tilmæli frá einum arbeiðsbólki við eftirlitsfólki úr øllum trimum londunum. Samstarv um eftirlit í fiskiskapinum eftir uppsjóvarfiski hevur verið síðani 2001 og hevur givið góð úrslit, eitt nú soleiðis, at eftirlitið er meira samskipað og fer í størri mun fram eftir sama leisti í øllum londunum.