Føroyar, ES og Noreg gjørt strandarlandasemju um eftirlitssamstarv
Í hesum døgum hava Føroyar, ES og Noreg í skrivligari mannagongd gjørt eina strandarlandasemju um eftirlitssamstarv í Landnyrðingsatlantshavi fyri 2020. Semjan snýr seg ítøkiliga um eftirlitstiltøk viðvíkjandi svartkjafti, norðhavssild, makreli og rossamakreli.
Samráðingar vóru í London í januar mánaði í ár millum Føroyar, ES, Grønland, Ísland og Noreg um hesa semju og fóru tær fram undir norskum formansskapi.
Eftir eina skrivliga tilgongd, sum av givnum orsøkum er farin fram millum samráðingarleiðararnar síðani sendinevndirnar hittust í London til samráðingar fyrr í ár, gjørdist tað greitt, at Føroyar, ES og Noreg sum strandarlond gjørdu av at gera nevndu semju í skrivligari mannagongd.
Samráðingarnar millum strandarlondini eru aftur á skrá í London í heyst, har ætlanin er at gera eina varandi strandarlandasemju um eftirlitssamstarv í Landnyrðingsatlantshavi fyri 2021 og fylgjandi ár.
Í føroysku sendinevndini luttóku Fiskimálaráðið og Vørn.
Semjan kann heintast her.