13.03.2014 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føroyar, ES og Noreg gjørt semju um makrelin

Føroyar, ES og Noreg hava gjørt semju um makrelin fyri næstu fimm árini, har lutfalsliga býtið millum hesi trý strandarlondini er 14,93 % til Føroyar, 58,40 % til ES og 26,67 % til Noreg.
 
Londini taka í sín lut 84,40 % av mest loyvdu veiði (TAC). Meðan Føroyar fáa 12,60 %, fáa ES og Noreg 71,80 % tilsamans. Avgjørt er at leggja til viks 15,60 % til onnur lond og verður her serliga hugsað um Ísland, Grønland og Russland.
 
Avgjørt er at áseta mest loyvdu veiði (TAC) til 1.240.000 tons í 2014, ið gevur Føroyum 156.240 tons. Eftir hetta verður ein umsitingarætlan góðkend fyri næstu árini, ið semjan hevur gildi, við støði í ICES tilráðingum. Eisini verða semjur gjørdar um atgongd at veiða makrel hjá hvør øðrum.