21.11.2014 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Føroyar, ES og Noreg ásett heildarkvotuna fyri makrel
Samráðingarnar millum Føroyar, ES og Noreg, ið vóru niðurlagdar í London 24. oktober 2014, vórðu tiknar upp aftur í Bergen í morgun.
Fyri løtu síðan gjørdu nevndu lond semju fyri fiskiskapin eftir makreli fyri 2015, har heildarkvotan er ásett til 1.054.000 tons. Heildarkvotan er innan fyri karmin, ið ICES metir at vera burðardyggan. Føroyska kvotan í 2015 verður sostatt 132.814 tons.
Londini eru samd um at hittast í Føroyum tíðliga í komandi ári, har farið verður undir samráðingar um eina umsitingarætlan fyri makrel fyri næstu árini. Til hesar samráðingar verða Grønland, Ísland og Russland boðin við.
Føroyar taka nú við formansskapinum viðvíkjandi samráðingunum millum strandarlondini um makrel.